Gongur illa at menna ebola-heilivág

Gongur illa at menna ebola-heilivág
Royndir hava víst góð úrslit í apum, men nú er stóra royndin við sjúklingum, sum hava ebola, steðgað, skrivar Scinecelnsider
 
29.06.2015 - 16:12

Fyrstu greiningar bendu á, at royndin, sum hevur verið í gongd síðani í mars í ár í Sierra Leone, helst ikki fer at vísa viðgerðarligar fyrimunir fyri sjúklingarnar, skrivar Wellcome Trust, sum hevur fíggjað royndina.

 

TKM-Ebola-Guinea er ein samling av smáum RNA-mýlum, sum eru pakkað inn í flótandi nano-bitlar. RNA'ið heftir seg til trý ymisk ebola-protein og forðar sostatt virusinum at mennast og spjaða seg.

 

Granskarar aftanfyri royndirnar við apum eru ikki nøgdir við, at Wellcome Trust longu nú rør framundis, at heilivágurin ikki virkar. Thomas Geisbert frá lærda háskúlanum í Teksas sigur við Scientcelnsider, at blandingin, sum verður brúkt til royndirar við menniskjum, eru eldri útgáva enn hon, sum hann sjálvur hevur havt góðar royndir við í apum. Men eftir sum nýggja og úrslitagóða útgávan ikki er roynd fyri hjáárin, kann hon ikki brúkast í ebola-sjúklingum.

 

Thomas Geisbert ávarar móti at steðga menningini av TKM-Ebola-Guinea bara tí júst henda royndin verður steðgað. - Fært tú einki svar, vilt tú so drepa heilivágin, spyr Thomas Geisbert og svarar sjálvur: - Tað er burtur við.

 

Hinvegin, so gongur framá hjá mest umrødda ebolaheiliváginum, sum er í menning nú, Z-Mapp. Amerikanska National Institute of Allergy and Infectious Deseases (NIAID) byrjaði í februar royndarvirksemi við Z-Mapp bæði í Liberia og USA. Seinni hava tey eisini tikið Sierra Leone við, og royndir fara eisini at verða gjørdar í Guinea, sigur leiðarin fyri NIAID, Anthony Fauci, við Scien-celn-sider. Higartil eru 30 sjúklingar við í Z-Mapp-royndini.

 

Anthony Fauci sigur, at neyðugt verður við fleiri sjúlkingum enn tað, fyri at fáa eitt úrslit, men tó ikki fleiri enn 100.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483