Eingin deyður í ferðsluni síðani Minningardagin

Eingin deyður í ferðsluni síðani Minningardagin
Sunnudagin 5. juli er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum
 
30.06.2015 - 14:42

Síðani Minningardagin í fjør er eingin deyður sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Í 2014 doyðu fýra í ferðsluni, ein kvinna og tríggir menn.

Verður samanborið við okkara grannalond seinastu árini, eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið. Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3-3,7 deyð seinastu árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Hjá okkum er talið fyri 2014 gott 8 deyð fyri hvørji 100.000. Higartil eru 281 føroyingar deyðir á føroysku vegunum. 

Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin, teirra millum limir í felagnum Føroya Ellisakfør, runt at leggja blómutyssi út, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Ráðið fyri Ferðslutrygd, fyritøkur og einstaklingar stuðla tiltakið. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867