Flogbóltsfinalur beinleiðis í Kringvarpinum

Flogbóltsfinalur beinleiðis í Kringvarpinum
Flogbóltsfinalurnar hjá kvinnum og monnum verða stroymaðar beinleiðis á kvf.fo
 
03.07.2015 - 10:27

Í dag skulu bæði flogbóltslandsliðini hjá Føroyum, kvinnur og menn, spæla finalu ímóti Saareemaa.

Kvinnufinalan byrjar klokkan 12:30, og sambært oyggjaleikaskránni byrjar dysturin hjá monnunum klokkan 14:30.

Dystirnir verða sendir beinleiðis í Kringvarpinum. Beinleiðis frásøgn er í útvarpinum, og dystirnir verða eisini sjónvarpaðir beinleiðis á kvf.fo.

Ein breddi við leinkju til dystirnir kemur at liggja ovast á síðuni.

Føroyar í seks finalum í dag

Umframt flogbóltsfinalurnar eru Føroyar eisini í fýra øðrum finalum í dag.

Rannvá Carlsson skal spæla finaluna í badminton í einmansleiki hjá kvinnum.

Niclas Eysturoy skal spæla badmintonfinalu í einmansleiki hjá monnum.

Marna Egholm og Bjørk Herup Olsen eru í finaluni á 5.000 metrum í renning.

Og í borðtennis skulu Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen spæla finalu í tvímansleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423