Walisiska landsliðið millum 10 tey bestu

Walisiska landsliðið millum 10 tey bestu
Fyri fyrstu ferð í søguni er walisiska landsliðið í fótbólti millum 10 tey bestu í heiminum.
 
06.07.2015 - 14:09

Styrkislistin hjá FIFA verður dagførdur hósdagin, men longu nú er greitt, at Wales er nummar 10 á komandi lista.

Walisiska landsliðið hevur verið í støðugari menning síðstu árini. Fyri fýra árum síðani var liðið styrkismett nummar 117 á FIFA-listanum. Á verandi lista er liðið styrkismett nummar 22, men kemur á dagførda styrkislistanum upp á tíggjunda pláss.

Wales hevur staðið seg sera væl í undankappingini til EM í Fraklandi næsta summar. Liðið er á odda í bólki-B við 14 stigum fyri seks dystir. Liðið hevur tí góðar møguleikar at spæla seg til sítt fyrsta endaspæl síðani HM í 1958.

Styrkislistin hjá FIFA, sum verður almannakunngjørdur hósdagin, sær soleiðis út:

1 Argentina 
2 Týskland
3 Belgia
4 Kolumbia
5 Holland
6 Brasil
7 Portugal 
8 Rumenia
9 England 
10 Wales

Lagt verður eisini til merkis avrikini hjá føroyska A-landsliðnum. Føroyar vera væntandi nummar 74 á nýggja styrkislistanum hjá FIFA. Hægsta styrkismetingin hjá landsliðnum higartil hevur verið nummar 102.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598