- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja nú eftir læknastjóra
Søkja nú eftir læknastjóra
Landssjúkrahúsið søkir nú eftir læknastjóra, ella varastjóra við læknafakligari bakgrund, sum tað eitur.

11.07.2015 - 09:29
Starvið er áramálssett í bara tvey ár.
Freistin at søkja starvið sum læknastjóri, ella varastjóri, á Landssjúkrahúsinum er til 18.august.
Starvið gjørdist leyst, tá Anders Bøgesvang segði upp í februar, bara eina viku eftir, at sjúkrahússtjórin, Sigurð Ó. Vang, segði upp.
Anders Bøgesvang var fyribilssettur varastjóri, hálva tíð, í eitt ár. Hann arbeiðir annars sum serlækni í Haugesund í Noregi.
Umframt sjúkrahússtjóran eru tveir varastjórar á Landssjúkrahúsinum. Naina Túgvustein er annar varastjórin og í løtuni virkandi sjúkrahússtjóra, til Johnny í Grótinum tekur við sum sjúkrahússtjóri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























