Hundar gera seg inn á seyð

Hundar gera seg inn á seyð
Løgreglan fær javnt og samt fráboðanir um harraleysar hundar
 
13.07.2015 - 15:46

Fyrst í hesum mánaðinum fekk løgreglan tríggjar fráboðanir. 

Annan juli høvdu tveir harraleysir hundar runnið eftir einum lambi uppi á Vatnaskørðum í Hoyvík. Hundarnir høvdu skrætt lambið sundur, og innvølir hingu uttaná, tá fólk kom fram at lambinum.

Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn er hetta ikki fyrstu ferð, at hesir hundar hava runnið eftir seyði og dripið seyð.

Hundaeigari er skuldsettur fyri brot á hundalógina, og fær 600 krónur í bót, tí hundar skulu ikki ganga leysir. 

Bara tveir dagar seinni fær løgreglan fráboðan um, at tveir hundar hava runnið eftir einum veðri á Velbastað. Veðrurin var illa bitin. 

Sambært vakthavandi, segði maðurin, sum eigur hundarnar, at annar hundurin hevði slitið seg leysan. 

Maður verður skuldsettur fyri brot á hundalógina, og skal rinda 600 krónur í bót. 

Hann hevur boðað løgregluni frá, at hann hevur avlívað annan hundin.

Og í farnu viku fekk løgreglan fráboðan um, at tveir harraleysir hundar órógvaðu seyðin í Høvdahaga í Leirvík. 

Hundarnir runnu eftir seyðinum, men eingin seyður varð bitin.

Eigarin fær onga bót, men hevur fingið átalu, sum hann hevur tikið til eftirtektar, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087