Vinnumálaráðið eingi skjøl um avgerðina

Vinnumálaráðið eingi skjøl um avgerðina
Ráðið hevur eingi skjøl um avgerðina ikki at taka vinningsbýti frá P/f Smyril Line
 
14.07.2015 - 09:01

Ráðið hevur heldur ikki nøkur skjøl, sum siga, hvussu stórt virðið er mett at vera, sum Vinnumálaráðið og Framtak eiga í Smyril Line. 

Tað stendur í niðurstøðu hjá Løgtingsins umboðsmanni, sum hevur biðið Vinnumálaráðið viðgera eina umbøn um innlit av nýggjum.

Eitt tíðindafólk í Kringvarpinum bað Vinnumálaráðið um at sleppa at síggja partaeigarasáttmálan millum Framtaksgrunnin og privatu íleggjarnar um P/f Smyril Line og Norrønu. 

Vinnumálaráðið segði nei, tí tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tey, sum settu pengar í Smyril Line, at partaeigarasáttmálin ikki gerst almennur.

Vinnumálaráðið er ikki við í nýggja partaeigarasáttmálanum um Smyril Line. Ráðið hevði ein partaeigarasáttmála við Framtak, sum varð gjørdur í 2008. 

Privatu íleggjararnir og Framtak hava síðani gjørt ein nýggjan partaeigarasáttmála. 

Vinnumálaráðið er ikki við í tí sáttmálanum, men í sáttmálanum er Vinnumálaráðnum tryggjað javnbjóðis rættindi sum Framtak í mun til nýggju, privatu íleggjararnar.

Avgerðin um at nokta innliti í nýggja partaeigarasáttmálan varð kærd til Løgtingsins umboðsmann, sum sigur, at Vinnumálaráðið gjørdi ikki eina ítøkiliga meting um vandan fyri fíggjarligum missi.

Vinnumálaráðið viðgjørdi heldur ikki, um innlit kann latast í nakrar upplýsingarnar í partaeigarasáttmálanum. 

Umboðsmaðurin bað Vinnumálaráðið viðgera málið av nýggjum. Og tað fer Vinnumálaráðið at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216834
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748