- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúkaraprístalið hækkað í øðrum ársfjórðingi
Brúkaraprístalið hækkað í øðrum ársfjórðingi
Príshækkingarnar í Føroyum vóru samanumtikið størri enn príslækkingarnar í øðrum ársfjórðingi

16.07.2015 - 11:08
Mesti prísvøksturin var í nýtslubólkunum flutningur, 1,7 prosent, og býli, hálvtannað prosent.
Men gjørdust húsini dýrari, bleiv tað, sum skal í húsini, eitt vet bíligari.
Mesta príslækking í vár var í nýtslubólkinum innbúgv og húsbúnaður, men tó bara 0,8 prosent.
Og matvøruprísirnir eru lækkaðir við 0,3 prosentum seinasta ársfjórðingin, men rúsdrekka og tubbak eru vorðin 0,9 prosent dýrari.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























