Ríkisfundurin avlýstur

bannari
Ríkisfundurin avlýstur
Ríkisfundurin, ið skuldi vera í Grønlandi síðst í august, verður av ongum. Kim Kielsen, landsstýrisformaður, harmast
Ætlaði ríkisfundurin, ið skuldi vera síðst í hesum mánaðinum, er avlýstur. Løgmaður sendi avboð eftir at hann skrivaði út løgtingsval á ólavsøku
 
04.08.2015 - 08:45

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, harmast um, at ríkisfundurin verður av ongum, tí Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sendi avboð eftir at hava skrivað út løgtingsval.

Kim Kielsen sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at nógv týðandi mál fyri ríkisfelagsskapin skuldu viðgerast á ríkisfundinum við rubinnámið á Fiskanesinum. Hann fæst kortini ikki at siga, hvørji hesi mál eru.

Nú í nógv ár hava landsstýrisformaðurin, løgmaður og forsætisráðharrin havt ríkisfund hvørt ár, har viðurskiftini í ríkinum verða viðgjørd á óformligum fundum. Í fjør var ríkisfundurin í Føroyum.

Ógreitt er, nær ríkisfundurin 2015 so verður, ella um nakar fundur verður í ár. Tað verður avgjørt, tá landsstýri er skipað eftir løgtingsvalið 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444