Grein 19 nevndin liðug við kanning

Grein 19 nevndin liðug við kanning
Kanningin hjá grein 19 nevndini hjá Løgtinginum, sum kannaði Eikgrunnin og eftirlitið við grunninum, verður løgd fram fyri løgtingsvalið
Grein 19 nevndin, ið kannaði kannaði Eikgrunnin og eftirlitið við grunninum, er liðug. Kanningin verður nú rættlisin á Løgtingsskrivstovuni
 
11.08.2015 - 13:02

Tingskipanin sigur, at nevndir, sum verða settar sambært grein 19 í stýrisskipanarlógini, sita, til tær hava avgreitt setning sín, tó ikki longur enn til, at løgtingsval hevur verið.

Nevndin er liðug, og kanningin verður nú rættlisin á Løgtingsskrivstovuni. Ætlanin er at fáa hana til prentingar í annaðkvøld. Miðað verður eftir at almannakunngera kanningina týsdagin í næstu viku.

Kanningin verður givin út í bók. Sjálv kanningin er okkurt um hálvtannað hundrað síður, og so eru samandráttur og skjøl afturat, okkurt um hundrað síður.

Nývalt løgting skal viðgera kanningina

Nevndin hevur tosað við 13 fólk í sambandi við kanningina. Eftir løgtingsvalið er ætlanin at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið, so løgtingið fær viðgjørt kanningina.

Sambært lógini um grein 19 nevndina skal nevndin kanna viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik grunninum frá 2002 til 2010, tá Eik kollsigldi, og eftirlitið við grunninum frá 2002 til mai í fjør.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini fevnir tó ikki um revsirættarlig viðurskifti hjá einstaklingum. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, bað fyrst í mai í fjør løgtingið seta eina grein 19 nevndina at kanna Eik grunnin. Tað samtykti løgtingið einmælt at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109