Rinda bótina í dag

Rinda bótina í dag
Vága floghavn hevur fingið sektaruppskot fyri at bróta reglurnar um, hvussu brennievnið skal flytast. Bótin verður goldin í dag, sigur stjórin
Bótin kom í dag, og hon verður goldin í dag, sigur stjórin í P/f Vága floghavn, sum hevur fingið sektaruppskot fyri at bróta reglurnar um, hvussu brennievni skal flytast
 
12.08.2015 - 16:04

Bótin kom í dag, og hon verður goldin í dag. Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í P/f Vága floghavn. Jákup Sverri Kass sigur, at sektaruppskotið er dagfest 27. juli. Men tað er sent av Fútaskrivstovuni í gjár, og tey fingu tað í dag.

Vága floghavn hevur fingið sektaruppskot frá fútanum, 15.000 kr., fyri at bróta tilbúgvingarlógina, tí Vága floghavn breyt eitt forboð hjá Brunaeftirlitinum.

SÍ EISINI Sektaruppskot fyri at bróta reglur

Brunaeftirlitið helt seg við vissu vita, at flogførini kortini bunkraðu har og tí brutu forboðið, meldaði politiið P/f Vága Floghavn.

Vága Floghavn boðaði Brunaeftirlitinum frá, at bunkringarstøðini vórðu ikki brúkt longur, og at tað var eitt mistak, at tey vórðu brúkt.

18. mars í ár fekk Vága Floghavn so eitt treytað loyvi frá Brunaeftirlitinum at brúka bunkringarstøðini, sigur Jákup Sverri Kass.

Stjórin í P/f Vága floghavn sigur, at tey hava svarað Brunaeftirlitinum, at treytirnar eru loknar, men hava ikki frætt aftur haðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096