Nógv sløg av vetrardekkum

Nógv sløg av vetrardekkum
Nú stendur fyrsti kavin fyri framman, og hesa tíðina eru nógv, sum skifta summardekkini út við vetrardekk. Skalt tú keypa nýggj dekk, so er nógv at velja ímillum
10.11.2026 - 20:05

- Tað fyrsta, sum eg hevði spurt teg um, tað er hvørja koyring, og hvønn tørv tú hevur. Men tað fyrsta, eg hevði hugsað um, tað er at fáa eini góð og trygg vetrardekk, so at tú koyrir trygt.

Soleiðis svarar Sámal Fríðriksson Bláhamar, stjóri á First Stop, tá vit spyrja hann, hvørji ráð hann hevur, um vit koma til hansara og vilja keypa nýggj bildekk.

Í tíðini frá 1.desembur til og við 30. apríl er krav, at dekk skulu hava eina mynsturdýbt, sum er minst 3 millimetrar. Nógv sløg av dekkum eru at velja ímillum, sum kunnu brúkast um veturin. 

- Tað eru summum, sum dámar væl at koyra við píkadekkum. Um mann býr, har tað er bratt at koyra til, so eru summi, sum kenna seg trygg við píkadekkum.

Tvey sløg av vetrardekkum
Og so eru eisini tvey sløg sum eita vetrardekk. Bæði eru merkt M og S og hava eitt frámerki við fjalli og kavaflykru, sum boðar frá, at tey kunnu brúkast um veturin. Kortini eru tey bæði rættiliga ymisk.

- Vit hava tað, sum vit kalla norðurlendsk vetrardekk, sum hava eina ordiliga bleyta gummiblanding. Mann trýstir á dekkið, og tað er sum at trýsta í tyggigummi. Altso tað er so bleytt, sum ger, at tað er so gott í kava og hálku, tað bítur seg fast í kavan. Tá tú skalt klára at koyra í teimum allarkeðiligastu vetrardøgunum, tá eru hesi norðurlendsku vetrardekkini absolutt at viðmæla.

Síðan vísir hann á eitt annað slag av vetrardekkum.

- So hava vit tað, sum eitur krusing-vetrardekk, ella meiri evropeisk vetrardekk. Tað er ikki líka bleytt at trýsta á, og tað ger so tað, at tað hevur eitt sindur betri brennievnisnýtslu og ikki bítur seg so fast í vegin.

Eitt slag eitur heilársdekk, sum kanska er eitt sindur misskilt.

- Mann kann siga, at hetta hevur mynstrið av einum vetrardekki, men gummiblandingin minnir meiri um eitt summardekk. Tað er ikki líka gott sum eitt vetrardekk um veturin. Og tað, sum flestu føroyingar kalla eitt heilársdekk, tað er vetrardekk, sum tey koyra við alt árið.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793