Sektaruppskot fyri at bróta reglur

Sektaruppskot fyri at bróta reglur
P/f Vága floghavn hevur fingið eitt sektaruppskot frá fútanum fyri at bróta reglurnar um, hvussu brennievnið skal flytast
Vága floghavn hevur fingið sektaruppskot frá fútanum fyri at bróta reglurnar um, hvussu brennievnið skal flytast
 
12.08.2015 - 12:58

Sektaruppskotið er 15.000 kr. Vága floghavn hevur ikki svarað enn, um tikið verður av sektaruppskotinum. Noktar felagið at rinda bótina, sendir fútin Føroya rætti málið.

Brunaeftirlitið meldaði tann 19. november í fjør Vága Floghavn fyri at bróta reglur um eldhættisligt virksemi á flogvøllinum.

Mistak at bunkringarstøðini vórðu brúkt

Brunaeftirlitið gav Vága Floghavn forboð fyri at brúka nýggju bunkringarstøðini hjá flogførunum eftir útbyggingina á flogvøllinum, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent tey.

Men tá Brunaeftirlitið helt seg við vissu vita, at flogførini kortini bunkraðu har og tí brutu forboðið, meldaði politiið P/f Vága Floghavn.

Vága Floghavn hevur eftir tað boðað Brunaeftirlitinum frá, at bunkringarstøðini verða ikki brúkt longur, og at tað var eitt mistak, at tey vórðu brúkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109