44 deyð í ógvusligari spreinging

44 deyð í ógvusligari spreinging
Talið á deyðum veksur støðugt eftir eina ógvusliga spreinging í kinesiska býnum, Tianjin. Sjúkrahúsini eru á tremur við særdum fólkum
Higartil eru 44 fólk deyð, og fleiri leggjast afturat, eftir eina ógvusliga spreinging í kinesiska býnum, Tianjin, mikukvøldið
Mynd: AP  
 
13.08.2015 - 09:49

Ein ógvuslig spreinging á havnarlagnum í kinesiska býnum, Tianjin, 150 kilometrar í ein landsynning úr Bejing, hevur higartil kostað 44 fólkum lívið.

Sambært kinesisku myndugleikunum hendi vanlukkan, tá ein last av spreingievni brádliga brast stutt fri midnátt lokala tíð mikukvøldið, skrivar Reuters.

Greinin heldur fram niðanfyri

 
Drone captures devastation of Tianjin city

Drone captures devastation of China's Tianjin city

Posted by BBC News on 13. august 2015

Tað er framvegis ógreitt, hví vanlukkan hendi, men myndugleikarnir kanna framvegis orsøkina. Umframt tey deyðu eru fleiri hundrað løstað og koyrd á sjúkrahús, skrivar Reuters.

Umleið 15 milliónir fólk búgva í Tianjin, ið er fjórð størsti býurin í Kina. Býurin, Tianjin, er ein tann skjótast vaksandi býurin í Kina eftir fólkatalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286