- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin semja um kommunulæknar og ellisheim

Vantandi semja ger, at eingir fastir kommunulæknar eru knýttir at ellis- og røktarheimum.
Men arbeitt verður framvegis við málinum.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Bjørt Lind, løgtingskvinnu.
Heilsu- og Orkumálaráðið hevur í eina tíð arbeitt við at gera skipan við føstum kommunulæknum knýttum at ellis- og røktarheimunum.
Eingin semja
Hetta er gjørt í samstarvi við Kommunufelagið, eindarleiðarar á eldraøkinum, Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið.
Men higartil hevur ikki eydnast at fingið semju.
Arbeiðið hevur ligið stilt í eina tíð, sigur landsstýriskvinnan.
Men ætlanin er, at tað skal byrja aftur.
Sannlíkt er ikki neyðugt við lógarbroyting fyri at seta í verk skipan við kommunulæknum knýttum at ellis- og røktarheimum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna.


























