- Tíðindi, mentan og ítróttur
Foreldur og skúli eiga saman at kunna um politikk

Tað er felags ábyrgd hjá foreldrum og skúla at kunna og læra ung um politikk og samfelagsviðurskifti. Tað halda 73 prosent av teimum spurdu í kanningini, sum fevnir um 300 fólk.
Kanningin vísir, at nøgdsemi við undirvísingina í politikki og samfelagsviðurskiftum í fólkaskúlanum er ikki gott. 30 prosent siga seg vera ónøgd við undirvísingina, og 18 prosent halda, at hon er nøktandi. Av teimum, sum eru ónøgd, er helvtin millum 18 og 24 ár.
Sambært kanningini hevur fjølmiðlaumrøða og negativ hugsan millum fólk um politikarar týdning og ávirkan í mun til áhugan hjá ungum fyri politikki og samfelagsviðurskiftum.
Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærararfelag, fegnast um, at ein meiriluti í kanningini heldur, at talan er um felags ábyrgd at læra ung um politikk og samfelagsviðurskifti. Við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum sigur hann, at fólkaskúlin má taka sín lut á seg.
- Lærarar mugu taka í egnan barm, men eisini avvaraðandi myndugleikar mugu taka støðuna í álvara og skapa karmar, so lærarar hava umstøður at fremja henda neyðuga partin av lærarayrkinum, sigur Herálvur Jacobsen.



























