Sætta fólkakirkjan havt óbodnar gestir

Sætta fólkakirkjan havt óbodnar gestir
Nú er Kvívíkar kirkja komin afturat kirkjunum, har sum pengar eru tiknir úr kirkjubússunum
Løgreglan fekk týskvøldið fráboðan um at brotið eisini er inn í kirkjuna í Kvívík, har peningur er tikin úr kirkjubússuni
 
26.08.2015 - 08:04

Klokkan seks týskvøldið fekk politiið fráboðan um stuldur úr kirkjubússuni í kirkjuni í Kvívík. Sostatt er peningur nú stolin í seks kirkjun í Føroyum seinastu vikuna.

Frammanundan hevur politiið fingið boð um, at pengar eru tiknir í kirkjunum í Sandavági, Tjørnuvík, Miðvági, Hvannasundi og við Norðskála.

Uni Næs, dómpróvstur, bað í gjár øll kirkjuráðini steingja kirkjurnar, nú kirkjubússurnar ikki fáa frið. Nú er ein vika síðani, at politiið fekk fyrstu fráboðaðina um stuldur úr kirkjubússu, tað var í Tjørnuvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976