Skansabryggjan útsett

Skansabryggjan útsett
Yvirfriðingarnevndin fer ikki at avgreiða málið um Skansabryggjuna í Havn á fundi sínum í dag. Orsøkin er myndir, ið Fornminnissavnið hevur gjørt
Yvirfriðingarnevndin fer ikki at avgreiða málið um Skansabryggjuna í Havn á fundi sínum í dag, sum ætlanin var
 
26.08.2015 - 12:30

Løgtingsvalið gjørdi, at Mentamálaráðið, sum hevur ætlaðu útbyggingina til hoyringar, hevur fingið longda freist.

Tá broytingin í serstøku byggisamtyktini var til hoyringar, svaraði Mentamálaráðið, sum eigur Skansan, at ætlaða útbyggingin fer at skerja útsýnið av Skansanum nógv meira enn býráðið sigur.

Tað vísa myndir, sum Fornminnissavnið hevur gjørt. Hesar myndirnar, ella hesa visualiseringina, sum slíkt verður kallað á fakmáli, sá Yvirfriðingarnevndin ikki fyrr enn á fundi tíðliga í summar.

Freist longd av løgtingsvalinum

Yvirfriðingarnevndin vildi tí hoyra Mentamálaráðið, áðrenn hon avgreiðir málið. Mentamálaráðið fekk freist til hálvan august.

Men so kom løgtingsvalið, og freistin hjá Mentamálaráðnum er longd, sigur Peter Flügge, skrivari hjá Yvirfriðingarnevndini.

Yvirfriðingarnevndin hevur fund í dag og so aftur 8. og 9. oktober. Býarskipanarnevndin hjá landinum er heldur ikki liðug at viðgera stóra málið um havnarútbyggingina í Havn.

SÍ EISINI Óvist nær arbeiðið verður boðið út

Nevndin hevur fingið broytingarnar í almennu byggisamtyktini, tær fekk nevndin fyrst í hesum árinum, og nevndin skal eisini ummæla broytingarnar í serstøku byggisamtyktini, sum býráðið samtykti í vár.

Ummælini hjá nevndini verða latin Fiskimálaráðnum, sum avger, um byggisamtyktirnar kunnu broytast. Forkvinnan í nevndini, Jóanna Djurhuus, sigur, at nevndin hevur fund antin í næstu viku ella í aðru viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096