Kæra fer í dag

Kæra fer í dag
Kæran hjá Sea Shepherd um avgerðina hjá løgregluni at nokta manningini á Bob Barker at sleppa í land í Føroyum verður send Løgmálaráðnum í dag
Kæran hjá Sea Shepherd um avgerðina hjá løgregluni í Føroyum at nokta manningini á Bob Barker at sleppa í land í Føroyum verður send danska Løgmálaráðnum í dag
 
27.08.2015 - 12:24

Tað sigur advokaturin hjá Sea Shepherd í Føroyum, Jógvan Páll Lassen. Sea Shepherd kunngjørdi týsdagin, at avgerðin hjá løgregluni verður kærd. 21 fólk eru við Bob Barker, teirra millum 11 ES-borgarar.

Bob Barker kom á Sund úr Bremerhaven á middegi mánadagin. Grundgevingin fyri at nokta manningini á Bob Barker at sleppa í land í Føroyum er at halda lóg og landaskil í Føroyum.

Kæran hevur ikki steðgandi virknað

Avgerðin hjá løgregluni um avvísing stendur tí við, hóast hon verður kærd. Bob Barker fór av Sundi klokkan knappliga hálvgum tíggju mánakvøldið. Hann er í løtuni staddur vestan fyri Suðuroynna.

Tað kann taka langa tíð at fáa svar, tá slíkar avgerðir verða kærdar. Í september í fjør varð kært um, at Sea Shepherd fólk vórðu víst úr Føroyum, tí tey fingu 1.000 kr. í bót.

SÍ EISINI Hava kært avgerðina

Svarið kom í juni í ár. Avgerðin varð staðfest. Avgerðin kom eftir at Jógvan Páll Lassen vendi sær til Fólkatingsins umboðsmann og spurdi, um tað kundi vera rætt, at fólk, sum eru útvíst í eitt ár, kanska skulu bíða í meira enn eitt ár eftir at fáa svar upp á kæruna um útvísingina.

Í morgin verður rættarfundur í Føroya rætti tey fimm Sea Shepherd fólkini, sum vórðu tikin í grindini í Sandavági 12.august. Eitt teirra varð eisini tikið í Fuglafirði mánadagin, tá nakrir grindahvalir vórðu merktir og síðani sleptir aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980