Sluppu at síggja skjøl undir tagnarskyldu

Sluppu at síggja skjøl undir tagnarskyldu
Fíggjareftirlitið gav Fíggjarmálaráðnum loyvi til at lata síni fólk sleppa fram at skjølum í Eik Banka. Tey skuldu undirskriva tagnarskyldu fyrst
Danska Fíggjareftirlitið gav í september í 2010 føroyska Fíggjarmálaráðnum loyvi til at lata síni fólk sleppa fram at skjølum í Eik Banka, men tey skuldu undirskriva tagnarskyldu fyrst
 
27.08.2015 - 11:23

Danska Fíggjareftirlitið gav í september í 2010 føroyska Fíggjarmálaráðnum loyvi til at lata síni fólk sleppa fram at skjølum í Eik Banka, men tey skuldu undirskriva tagnarskyldu fyrst.

- Tvey embætisfólk úr Fíggjarmálaráðnum vóru í nakrar dagar í Eik og hugdu í bøkurnar hjá teimum, og eg haldi, at tey vóru eitt sindur sjokerað av, at tað var so galið.

Tað segði Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum í 2010, tá Grein 19 nevndin hjá løgtinginum spurdi hann um lutin hjá Fíggjarmálaráðnum, tá Eik samtakið skrædnaði.

Sjálvsagt at landsstýrismaðurin fekk upplýsingar

Petur Alberg Lamhauge sigur um árliga fundin í Keypmannahavn tann 19. august 2010 um støðuna hjá peningastovnunum í Føroyum, at Brian Mikkelsen, ráðharri, av sínum eintingum segði tað vera sjálvsagt, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær upplýsingar um støðuna í føroyskum peningastovnum samstundis sum danski búskapar- og vinnumálaráðharrin.

Men tá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, tann 24. september fekk at vita frá Brian Mikkelsen um skilið í Eik, hevði ráðharrin longu havt hesa vitan í tveir dagar.

SÍ EISINI Visti um ringu støðuna í samtakinum

Petur Alberg Lamhauge og Jóannes Eidesgaard eru samdir um, at tað, teir fingu at vita á fundunum við Brian Mikkelsen, Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum støðufesti 19. og 20. august í 2010, gav onga orsøk til at stúra fyri Eik.

Bara fimm vikur seinni kollsigldi Eik samtakið. Í einari roynd at bjarga tí, sum bjargast kundi, helt Brian Mikkelsen, at til bar at loysa Eik í Føroyum og Eik í Danmark sundur, tí ein trygd úr Føroyum knýtti bankarnar saman.

Men eftir at hava kannað tað í tveir dagar, komu boð úr Danmark um, at tað bar ikki til. Eitt ástøði í 2010 var, at slapp Eik í Føroyum undan trygdini hann hevði latið Eik í Danmark, so hevði borið til at bjarga Eik í Føroyum, meðan Eik í Danmark var farin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862