Ikki báðar sessir í senn

bannari
Ikki báðar sessir í senn
Nógv teir flestu veljararnir eru ímóti, at borgarstjórar bæði eru løgtingsmenn og borgarstjórar samstundis, vísir ein kanning hjá Dimmalætting
Tað skal ikki bera til hjá politikarum at sita í Løgtinginum og eisini røkja eitt starv sum borgarstjóri, halda 70% av teimum spurdu í kanning hjá Dimmalætting
 
28.08.2015 - 10:14

1248 fólk eru spurd í kanningini, ið verður kunngjørd í blaðnum í dag. 880 svara, at tað skal ikki bera til at vera borgarstjóri og sita í løgtinginum í senn.

258 halda tað vera í lagi, og 110 siga seg ikki vita. Tey flestu, sum eru ímóti, búgva í Suðurstreymi og í Eysturoynni. Tey flestu, sum eru fyri, búgva eisini í Suðurstreymi og í Eysturoynni.

Kanningin í Dmmalætting vísir, at tey flestu, sum eru ímóti, velja Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.

Flestu tjóðveldisveljarar halda, at tað er í lagi at røkja bæði størvini í senn, men tey fæstu, sum halda hetta vera í lagi, velja Miðflokkin og Framsókn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424