11 prosent fleiri ferðafólk við Atlantic Airways

11 prosent fleiri ferðafólk við Atlantic Airways
Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið. Tað staðfestir flogfelagið í tíðindaskrivi í dag
 
01.09.2015 - 09:18

Talið á ferðafólkum er økt við umleið 12.500 ferðafólkum frá mai til august í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 122.000 ferðandi hava ferðast um flogvøllin í summar. Talið á ferðandi er økt hækkað á øllum rutunetinum.

Stundvísið við fráferðir er eisini vorðið munandi betri síðsta hálva árið. Í tíðarskeiðnum frá mai til august varð flogið rættstundis í 76 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 17 prosentstig betri enn sama tíðarskeið síðsta summar.

Fleiri orsøkir eru til hesa framgongdina, sigur Atlantic Airways. Ein týðandi orsøk er dagføringin av GPS-grundaðu navigatións-tøknifrøðini, RNP, í flogførunum, sum hevur havt við sær, at tey trý Airbus-flogførini kunnu flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður. Harumframt er flogvirksemið gjørt einfaldari, og bøtt er um innanhýsis arbeiðsgongdirnar.

Jørgen Holme, ið hevur stjóri í Atlantic Airways seinasta árið, gavst í stjórastarvinum í gjár. Nýggi stjórin, Jóhanna á Bergi, setur seg í stjórastólin í dag. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974