Samgongan meiri umrøðu enn andstøðan

bannari
Samgongan meiri umrøðu enn andstøðan
Tað vísir miðlabarometrið hjá SamFelagnum, sum er felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum
 
01.09.2015 - 09:27

Felagið hevur fylgt umrøðuni av flokkum og valevnum undir valstríðnum.

Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevur fingið mestu umrøðuna, nevniliga 25 prosent. Sambandsflokkurin hevur fingið 20 prosent, Javnaðarflokkurin 19 prosent, Tjóðveldi 17 prosent, Miðflokkurin 7 prosent og so hava hava Framsókn og Nýtt Sjálvstýri fingið hvør síni 6 prosent.

Og tað er serliga seinastu vikuna, at Fólkaflokkurin hevur fingið nógva umtalu. Miðlabarometrið hjá SamFelagnum vísir, at Fólkaflokkurin hesa seinastu vikuna upp undir valið hevur fingið 36 prosent av allari umrøðu, meðan Javnaðarflokkurin hevur næst mest við 16 prosentum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF