- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarafelagið trý ynski til nýggja landsstýrið
Lærarafelagið trý ynski til nýggja landsstýrið
Førleikastovurnar í fólkaskúlanum eru eitt framstig, men arbeiðsumstøðurnar í hesum stovum eru verri enn so nóg góðar

Nýggja samgongan eigur millum annað at raðfesta førleikastovurnar frammarlaga, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, ið hevur sett fram nøkur ynski til nýggja landsstýrið, ið fer at taka við
08.09.2015 - 08:31
Nýggja samgongan eigur tí at raðfesta førleikastovurnar frammarlaga, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið.
Harafturat eigur játtanin til fólkaskúlan at hækka, og eftirútbúgvingar eiga at verða lagdar í eina yvirskipaða ætlan og verða raðfestar.
Í førleikastovunum verður servitanin í skúlanum savnað. Har hittast serlærarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar og AKT-lærarar - AKT stendur fyri atferð, kontakt og trivnaður.
Serlærarin er tó tann einasti, sum fær tímar at arbeiða í førleikastovuni, sigur Herálvur Jacobsen. Eitt tættari tilknýti til Sernám er eisini ynskiligt, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
TEMAPLÁTAN: 'Into The Gap' og aðrar útgávur, Thompson Twins 1983-1984-1985
204307
Nýggjastu sendingar í SV
























