Nýskipan miðsavnar fiskivinnuna í Danmark

Nýskipan miðsavnar fiskivinnuna í Danmark
Talið á arbeiðsplássum í donsku fiskivinnuni fór frá 2005 til 2013 niður í helvtina. Stór afturgongd hevur verið á útróðrarplássum
Síðani politikararnir fyri tíggju árum síðani góvu donsku fiskivinnuni kvoturnar fyri einki at selja, er vinnan savnað á fáum hondum, sigur granskari
 
09.09.2015 - 11:58

Síðani politikararnir fyri tíggju árum síðani góvu donsku fiskivinnuni kvoturnar fyri einki at selja, er vinnan savnað á fáum hondum, og stór afturgongd hevur verið á útróðrarplássum.

Tað sigur Jeppe Høst á Saxo-stovninum, sum hevur skrivað eina ph.d-ritgerð um gongdina í donsku fiskivinnuni, við dr.dk

Talið á fiskiskipum niður í helvt

Samstundis, sum vinnan verður miðsavnað, fækka tænastuvinnurnar á útróðrarplássunum, sigur Jeppe Høst sambært DR.

Brúk er ikki longur fyri eitt nú smiðjum og uppboðssølum innan fiskivinnuna í Danmark.

Í 2006 vóru umleið 1100 fiskiskip í vinnu, men í 2013 vóru bert 616 eftir. Meinast rakt eru útróðrarpláss í Eysturjútlandi, Sælandi og í smáu oyggjunum.

Lógin verður ikki hildin

Síðani lógin varð broytt, hevur gongdin verið, at stór skip fáa kvoturnar, og tey landa í eitt nú Skagen, Hirtshals og Thyborøn.

Reglan sigur, at einstaklingar kunnu bert eiga avmarkaðar kvotur. Men lógin verður ikki hildin, og í veruleikanum eru tað onnur, sum eiga kvoturnar.

Kvoturnar verða síðani leigaðar teimum, ið eiga stóru skipini, kemur fram í einari sjónvarpssending, DR hevur gjørt um donsku fiskivinnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870