Útvarp hoyrist nú eisini í Leirvíkartunlinum

Útvarp hoyrist nú eisini í Leirvíkartunlinum
Sendiútgerðin, sum er sett upp í Leirvíkartunlinum, er hin sama, sum varð sett upp í Kollafjarðartunlinum í 2012
Sendiútgerð er sett upp, so útvarp nú eisini hoyrist í Leirvíkartunlinum
 
11.09.2015 - 10:36

200 metrar eru millum antennurnar í tunlinum, og tað skuldi tryggjað signal í øllum tunlinum, sigur Landsverk. Tað hevur kostað umleið 400.000 krónur at seta upp sendiútgerðina.

Útvarp hoyrist nú í sjey av tunlunum, har mest ferðsla er. Hinir tunlarnir eru Vága-, Norðoya-, Hovs-, Norðskála-, Leyna- og Kollafjarðartunnilin. Ætlanin er eisini at fáa ferðsluútvarp í flestu tunlar, sum nú hava útvarpsútgerð.

Politiið fær møguleika at bróta útvarpið av og koma við boðum, um okkurt er áfatt í tunlinum ella ferðsluni annars. Hetta verður tó ikki fyrr enn seinni í ár, sigur Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329