Pengar at hjálpa barnalokkarum

Pengar at hjálpa barnalokkarum
Grønlendska landsstýrið hevur sett tvær milliónir krónur av til at menna eitt viðgerðartilboð fyri tey, sum fremja kynslig brotsverk.
 
12.09.2015 - 14:02

Barnalokkarar og onnur, sum gera seg kynsliga inn á onnur, kunnu nú fáa hjálp í Grønlandi.

Grønlendska landsstýrið hevur sett tvær milliónir krónur av í ár og næstu árini at menna eitt viðgerðartilboð fyri tey, sum fremja kynslig brotsverk.

Tað sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Martha Lund Olsen, við KNR.

Kanningar vísa, at 34 prosent av børnunum í Grønlandi verða kynsliga misnýtt, tá tey eru í millum 8 og 14 ár.

Fyrr hava tey, sum fremja kynslig brotsverk, ikki kunnað fingið viðgerðartilboð í Grønlandi, men tað fáa tey so nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688