Varskógvaraskipan komin í samgonguskjalið

Varskógvaraskipan komin í samgonguskjalið
Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni, heldur fyrilestur á fólkafundinum í Havn í morgin
 
18.09.2015 - 09:44

Miðað verður eftir at fáa eina varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk.

Tað hevur nýggja samgongan sett sær fyri og skrivað í fylgiskjalið til samgonguskjalið.

Og í morgin ber til hjá teimum, sum ikki longu vita tað, at fáa at vita, hvat ein varskógvaraskipan er.

Tá skipar Starvsmannafelagið fyri fundi um whistleblowing, sum er altjóða orðið um tað, tá fólk gera vart við slíkt, sum tey ikki halda ruggar rætt, tí samvitska teirra krevur, at tey avdúka skeivkleikar.

Hans Petur varskógvaði

Á fundinum heldur Hans Petur Joensen fyrilestur. Hans Petur Joensen var fíggjarleiðari hjá Strandfaraskipum landsins, men misti starvið, tí hann vendi sær beinleiðis til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum við upplýsingum um fíggjarstøðuna hjá stovninum. 

Á fundium fara tveir politikarar, annar fyri og hin ímóti varskógvaraskipan, at kjakast. 

Fundurin er á Fólkafundinum í høllini á Hálsi í Havn í morgin klokkan hálvgum fimm.  

Samgongan feldi uppskot

Í vár feldi samgongan, sum tá var, eitt uppskot til samtyktar hjá Tjóðveldi um varskógvaraskipan hjá fólki, sum arbeiða hjá landi ella kommunum.

Samgongan helt, at ein slík varskógvaraskipan er óneyðug.

Starvsfólk hava longu sum er bæði rætt og skyldu at boða frá, halda tey okkurt vera, sum ikki ruggar rætt á arbeiðsplássinum, segði samgongan. 

Og starvsfólk hava nógvar møguleikar til tess. Tey kunnu skriva til Løgtingsins umboðsmann ella Landsgrannskoðaran, venda sær til fakfelagið, fáa ein journalist at biðja um alment innlit ella tingfólk at seta fyrispurning í løgtinginum, segði samgongan tá. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558