Skaðanevnd: MH17 varð skotið niður

Skaðanevnd: MH17 varð skotið niður
Ferðafólkaflogfarið hjá Malaysia Airlines, ið datt niður 17. juli í fjør, varð skotið niður, sigur skaðanevndin, ið nú kunnger frágreiðing
Soleiðis sóu nakrir vraklutir út, sum vórðu funnir av MH17 ferðafólkaflogfarinum, ið datt niður í fjør summar. flogfarið varð skotið niður, sigur skaðanevndin nú
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
13.10.2015 - 15:04

Tað vóru russar, sum skutu maleisiska ferðafólkaflogfarið niður, tá tað fleyg yvir eystara parti av Ukraina, sum russiskt stuðlaðar uppreistrardeildir høvdu tamarhald á, skrivar tíðindablaðið, Volkskrant.

Kanningin hjá hollensku skaðanevndini verður almannakunngjørd í dag. Tá fæst eisini nærri greiða á, hvat veruliga hendi, tá MH17 flogfarið datt niður 17. juli í fjør.

Russisku myndugleikarnir hava ført fram, at tað vóru ukrainskir hermenn, sum skutu flogfarið niður, men sambært tíðindablaðnum, Volkskrant, var flogfarið skotið niður av eini sokallaðari BKU-rakett, sum er framleidd í Russlandi.

Russisk herfólk kunnu ver blandað upp í

Sambært kelduni hjá hollendska tíðindablaðnum er lítið hugsandi, at ukrainsku uppreistrarmenninir eru førir fyri at handfara so framkomin vápn, sum hesa rakettina.

Viðkomandi metir haraftrat, at russisk herfólk kunnu vera blandað uppi í. Flogafarið hjá Malaysian Airlines varð skotið niður 17. juli í 2014, tá tað fleyg yvir Donetsk økinum har eysturi í Ukraina.

Flogfarið var á veg úr Amsterdam í Hollandi til Kuala Lumpur í Malaysia. Øll 298 fólkini umborð - 183 ferðafólk og manningin, sum taldi 15 - doyðu. 193 av teimum vóru hollendingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766