Løgreglan leitar: Hvør eigur hetta hassjið?

Løgreglan leitar: Hvør eigur hetta hassjið?
Løgreglan í Hitra í Noregi hevur sent út eina eftirlýsing. Løgreglan spyr, hvør eigur ein klump av hassji, ið er funnin í einum handli
Hvør eigur hendan klumpin av hassji? Tað spyr løgreglan í Hitra í Noregi í einum heldur óvanligum boðum á Facebook
Mynd: Skíggjamynd/Politiet på Hitra og frøya  
 
14.10.2015 - 15:16

Noen som savner hasjen sin? Dette er jo ganske mange penger, så den som har mistet hasjen sin kan bare ta kontakt med Hitra lensmannskontor.

Soleiðis skrivar løgreglan í Hitra í Noregi í eini heldur óvanligari eftirlýsing, ið er send út á Facebook, har løgreglan spyr, hvør eigur ein klump av hassji, ið er funnin.

 

NOEN SOM SAVNER HASJEN SIN?I dag fikk vi inn melding fra en bedrift i Fillan om at det var funnet en "brun klump" som...

Posted by Politiet på Hitra og frøya on 12. Oktober 2015

Hóast uppslagið er deilt fleiri enn 1.000 ferðirnar, og 800 fólk hava viðmerkt uppslagið, er enn ikki eydnast løgregluni í Hitra at fáa hassjið aftur til eigaramannin.

Hassjið varð funnið í einum handli í Fillan, skrivar løgreglan í boðunum á Facebook. Tí vil løgreglan nú fegin í samband við tann, sum hevur mist og eigur hassjið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688