Tvær hátíðarguðstænastur í fólkakirkjuni

Tvær hátíðarguðstænastur í fólkakirkjuni
Tvær hátíðarguðstænastur eru í føroysku fólkakirkjuni í dag. Tann eina kirkjan fyllir 150 ár, hin verður 75 ár
Hátíðarguðstænasta verður í kirkjuni í Bø klokkan 11, nú kirkjan í bygdini er 150 ár
 
18.10.2015 - 09:09

Í Bíggjar kirkju verður hátíðarguðstænasta klokkan ellivu í morgun, í samband við at tað 16. oktober vóru 150 ár liðin síðani kirkjan varð vígd

Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar, Tórshavnar manskór fer at syngja og Katrin Jørgen spælir trompet á hátíðarguðstænastuni í kirkjuni í Bø.

Eisini hátíðarguðstænasta á Skála

Hátíðarguðstænasta verður eisini á Skála, nú kirkjan í bygdini er 75 ár. Bygafólkið á Skála er í morgun boðið til morgunmat í kirkjukjallaranum, skrivar folkakirkjan.fo

Á hátíðarguðstænastuni klokkan prædikar Símun P. Jacobsen. Sangur og tónleikaframførslur verða eisini á guðstænastuni.

Kringvarpið sendir báðar hátíðarguðstænasturnar í dag. Klokkan 11 senda vit guðstænastuna í Bø í útvarpinum, og klokkan 16 senda vit guðstænastuna á Skála í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713