Starvsfólkini flutt undan soppi

Starvsfólkini flutt undan soppi
Tey 14 fólkini, sum arbeiða á skrivstovuni hjá Strandfaraskipum landsins á Tvøroyri, eru flutt. Bygningurin er fongdur við blámusoppi
Starvsfólkini, ið starvast hjá Strandferðsluni á Tvøroyri, eru flutt í ennan bygning í býnum eftir at blámusoppur er funnin í bygninginum
 
22.10.2015 - 16:25

Starvsfólkini eru tó ikki farin so langt. Sambært Hilmari Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, hava tey gjørt ein fyribils leigusáttmála við Posta, um at leiga teirra bygning, meðan skrivstovubygningurin verður umvældur.

Tað eru luftkanningar inni í bygninginum, sum hava staðfest ov høg markvirði, sigur strandferðslustjórin. Strandfaraskip landsins leiga frá Vibergi Sørensen, sum eigur bygningin.

Sambært Viberg Sørensen hevur ringa inniluftin samband við, at fleiri lekar hava verið, millum annað um vindeyguni, og tað verður nú umvælt.

Eisini verður ein ventilasjónsskipan sett upp í bygninginum, sigur Viberg Sørensen. Hann væntar, at umvælingararbeiðið verður liðugt til jóla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096