Longur barsil frá nýggjárinum

Longur barsil frá nýggjárinum
Tað verður mett at kosta 13,7 milliónir krónur at leingja barsilsfarloyvið seks vikur, úr 38 upp i 44 vikur
Frá nýggjárinum verður barsilsfarloyvið longt úr 38 upp í 44 vikur, sambært lógarbroyting, uppskot er um skal koma í gildi á nýggjárinum
 
04.11.2015 - 08:07

Tað stendur í uppskotinum, sum Henrik Old, landsstýrismaður, hevur latið løgtinginum. Lógarbroytingin skal sambært uppskotinum koma i gildi á nýggjárinum.

Síðani Barsilsskipanin varð sett á stovn í 2001, hevur verið strembað eftir, at barsilsfarloyvið skal verða eitt ár.

Sambært uppskotinum verður barsilsfarloyvið hjá ættleiðingarforeldrum longt úr 46 vikum upp í 52 vikur, og sostatt er komið á mál hjá ættleiðingarforeldrum.

Pápar kunnu ikki lata mammuni barsilsfarloyvi

Aftrat hesum verður skipanin broytt soleiðis, at tær báðar vikurnar, sum pápin eftir galdandi lóg kann lata mammuni, verða markaðar til pápan.

Tað merkir, at pápin ikki longur kann lata mammuni part av sínum markaða barsilsfarloyvi. Tíðarskeiðið, foreldrini kunnu býta sínámillum, verður longt úr 20 vikum upp í 26 vikur.

At fíggja tær 13,7 milliónir krónurnar, sum broytingin í Barsilsskipanini verður mett at kosta, verður skotið upp hækka gjaldið, sum bæði løntakarar og arbeiðsgevarar rinda til skipanina 0,09 prosentstig - úr 0,62 prosentum upp í 0,71 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678