Ov fá fólk til eftirlit

Ov fá fólk til eftirlit
Skráseting Føroya hevur framvegis ikki nóg nógv fólk til at hava eftirlit við vinnurekandi grunnunum í Føroyum og til at umsita vinnulóggávuna
Skráseting Føroya hevur framvegis ikki nóg nógv fólk til at hava eftirlit við vinnurekandi grunnum
 
16.11.2015 - 10:25

Eftirlitið varð yvirtikið í 2008, men Skrásetingin hevur ongantíð havt ta manning, sum er neyðug, skal eftirlitið vera munagott.

Tað ber bara til at avgreiða tey mál, sum stovnurin fær leypandi. Tað stendur í frágreiðing, sum Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Vinnunevndin viðger frágreiðingina hjá grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við honum. Sjey vinnurekandi grunnar eru skrásettir hjá Skráseting Føroya.

Teir eru Fíggingargrunnurin frá 1992, Framtaksgrunnurin, Føroyagrunnurin frá 1971, Grunnur H.N. Jacobsens, Grunnurin Immanuel, Norðoyagrunnurin og Suðuroyargrunnurin. Skrásetingin hevur eisini eftirlit við Ognarfelagi Tryggingartakaranna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762