- Tíðindi, mentan og ítróttur
21 ferðsluóhapp við fólkaskaða í ár
21 ferðsluóhapp við fólkaskaða í ár
Tey hava ligið úr 27 upp í 33 um árið seinastu fimm árini

Fólkaskaði í ferðsluni í Føroyum hevur verið nøkulunda tann sami um árið seinastu árini. (Savnsmynd)
10.11.2026 - 08:16
Fólkaskaði í ferðsluni í Føroyum hevur verið nøkulunda tann sami um árið seinastu árini.
Politiið hevur skrásett 21 óhapp við fólkaskaða til 1. oktober í ár.
Annars hava tey ligið úr 27 upp í 33 um árið seinastu fimm árini.
Óhappini vóru 33 í 2022.
Seinasta veruliga broytingin kom, tá promillumarkið var broytt og skipanin við klippi í koyrikortið kom, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.
Tá fall talið við eini helvt alt fyri eitt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















