Kringvarpsgjaldið broytt: Soleiðis ávirkar tað teg

Kringvarpsgjaldið broytt: Soleiðis ávirkar tað teg
Kringvarpsgjaldið, sum vit kenna tað, fer í søguna. Í framtíðini verður gjaldið ásett fyri einstøk fólk, ikki húski
Kringvarpsgjaldið verður broytt. Í framtíðini verður gjaldið kravt fyri einstøk fólk og ikki húski, segði løgmaður, tá tíðindafundur var um raðfestingar og broytingar til fíggjarlógina fyri 2016
 
17.11.2015 - 11:06

Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann á tíðindafundi greiddi frá raðfestingunum og broytingaruppskotinum til fíggjarlógina fyri 2016.

Í framtíðini verður kringvarpsgjaldið 1800 krónur fyri hvønn einstakan, ella 150 krónur um mánaðin, segði løgmaður millum annað á tíðindafundinum.

Tað eru kortini ikki allir borgarar, sum í framtíðini fara at gjalda kringvarpsgjald, meðan aðrir bólkar fara at gjalda minni í kringvarpsgjaldi.

Trupul skipan at umsita

Øll fólk undir 24 ár verða í framtíðini frítikin fyri kringvarpsgjald, sama um fólk bert hava lestrarstudning sum inntøku ella um fólk eru í einum hálønarbólki.

- Tað er trupult at umsita eina skipan, har munur verður gjørdur á inngjaldinum, ið TAKS fer at krevja inn, segði Aksel v. Johannesen á tíðindafundinum í morgun.

Allir pensjónistar fara eisini at gjalda tað sama, uttan mun til, hvat starv fólk hava havt, sambært uppskotinum. Pensjónistar fara at gjalda 600 krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736