- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur vunnið 1,5 mió. kr. í telduspæli
Mong eru foreldrini, ið hvønn dag ilskast inn á, at synirnir brúka ov nógva tíð frammanfyri telduskíggjan, har teir spæla telduspøl. Men neyvan foreldrini hjá Johan Sundstein, Vivian og Eivind.
Johan Sundstein hevur júst vunnið 1,5 milliónir krónur í telduspælinum Dota2, ið er eitt ókeypis spæal á netinum. Hetta hendi, tá telduspæl-liðið hjá Johan Sundstein, "OG", vann altjóða kapping í Dota2 í Frankfurt.
Fyri sigurin fekk liðið hjá Johan Sundstein 1,1 milliónir dollarar, ið eru 7,68 milliónir krónur. Og tá fimm leikarar eru á liðnum "OG", verður tað 1,5 milliónir krónur í part.
Les meira um stóra sigurin hjá Johan Sundstein á heimasíðuni hjá Røddini: Føroyingur vunnið altjóða Dota 2 kapping
Her er eitt videobrot við Johan Sundstein, sum er gjørt í sambandi við stóru Dota2 kappingina.