Triði hvør lærari mannfólk

Triði hvør lærari mannfólk
Síðani útbúgvingin varð løgd um til bachelorútbúgving fyri sjey árum síðan, hevur umleið triðingurin av teimum, sum lesa til lærara, verið mannfólk
 
30.11.2015 - 08:01

Í framtíðini verður bara triði hvør lærari mannfólk, skrivar Skúlablaðið. Blaðið skrivar, at síðani læraraútbúgvingin varð løgd um til bachelorútbúgving fyri sjey árum síðan, hevur okkurt um triðingurin av teimum, sum lesa til lærara, verið mannfólk.

Hetta er tó nakað meira enn fyrr, tað er áðrenn útbúgvingin varð broytt. Í løtuni lesa 141 fólk til lærara. Í flokkinum, sum verður liðugur næsta summar, eru 28 fólk, 21 kvinnur og sjey menn.

SÍ EISINI Læraraútbúgvingin verður broytt

Í flokkinum, sum byrjaði í summar, eru 40 fólk, og 12 teirra eru menn. Skúlablaðið skrivar, at áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini er serliga treytaður av, hvussu konjunkturirnir í samfelagnum eru.

Tá nógv ferð er á samfelagnum eru arbeiðstilboðini mong, og tí stórir møguleikar at vinna góðar lønir. Tá minkar áhugin hjá monnum fyri læraraútbúgvingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974