Laksalúsin dýr fyri alivinnuna í Noregi

Laksalúsin dýr fyri alivinnuna í Noregi
Laksalúsin fer at kosta norskum alarum fimm til seks milliardir norskar krónur í ár. Økingin er 50 prosent samanborið við í fjør
Tað er kostnaðarmikið hjá alivinnuni at basa laksalúsini. Í ár fer tað at kosta norskum alarum fimm til seks milliardir krónur
 
04.12.2015 - 16:10

Í heyst vístu granskarar við matgranskingarstovnin Nofima í eini frágreiðing á, at teir meta, at kostnaðurin av at basa laksalúsini í 2014 var 3,2 milliardir norskar krónur.

Prísurin verður munandi hægri í ár, skrivar Dagens Næringsliv. Verður prísurin fimm miljardir, svarar tað til fýra krónur fyri hvørt kilo av laksi.

Tveir av stóru laksaframleiðarunum, Salmar og Marine Harvest, brúktu 870 milliónir krónur til at basa laksalúsini tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár.

Kostnaðarmikið at basa laksalús

Í ársfrágreiðingini frá Salmar fyri triðja ársfjórðing vísur úrslitið 90 milliónir krónur lakari, enn sama tíðarskeið í fjør, hóast framgongd hevur verið í marknaðarmenningini.

Marine Harvest hevur eisini havt afturgongd. 102 milliónir krónur fyri skatt í triðja ársfjórðingi samanborið við sama tíðarskeið í 2014. Orsøkin til vánaligari úrslitið eru øktu útreiðslurnar til at basa laksalúsini.

Nofima gjørdi fyrr í ár eina lýsing, sum staðfesti, at útreiðslurnar til at framleiða eitt kilo av alilaksi eru øktar við fimm krónum, upp í 20 prosent frá 2012 til 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329