Broyta vardar íbúðir

Broyta vardar íbúðir
Ætlanin er at broyta nakrar vardar íbúðir í Klaksvík og Runavík til íbúðir til fólk við fjølbreki og tungum rørslutarni
Fýra íbúðir í Runavík og ein í Klaksvík verða kanska broyttar til fólk við fjølbreki og tungum rørslutarni
 
15.12.2015 - 08:11

Ætlanin er at broyta fimm vardar íbúðir, eina í Mylnutúni í Klaksvík og fýra í Blikagøtu í Runavík, til íbúðir til fólk við fjølbreki og tungum rørslutarni.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur spurt Fíggjarnevndina, um hetta ber til, tí verkætlanin er ikki nevnd í fíggjarlógini fyri 2015.

Peningur er í játtanini

Tað fer at kosta tvær milliónir krónur at gera tær fimm íbúðirnar. Pengarnir eru til í játtanini til bústovnar, sigur Almannamálaráðið.

Landsstýriskvinnan hevur biðið um ráðførslu við Fíggjarnevndina um, at íløgujáttanin í 2015 til bústovnar eisini kann umfata nýggja verkætlan um búpláss til fólk við tungum rørslutarni og fjølbreki.

Fíggjarnevndin hevur biðið Eyðgunn Samuelsen koma á fund fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096