Sjómenn missa ikki samdøgursfrádráttin

Sjómenn missa ikki samdøgursfrádráttin
Samd Fíggjarnevnd mælti í gjár Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum
 
15.12.2015 - 09:03

Fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni fekk aftur eitt skot fyri bógvin í gjár. Samd Fíggjarnevnd mælti í gjár Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.

Fiskimenn, sum eru við skipum í øðrum Norðurlondum, og tey, sum sigla við skipum í donsku skrásetingini DIS, missa ikki samdøgursfrádráttin í hesum umfarinum, og landskassin sparir ikki tríggjar milliónir krónur.

Nevndin heldur tað vera rættast at bíða við broytingum í samdøgursfrádráttinum, til skattanevndin, sum landsstýrið ætlar at seta, hevur sagt, hvat hon heldur um samdøgursfrádrátt.

Samdøgursfrádrátturin er 300 krónur um dagin, og verður latin sjófólki, sum arbeiða á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375