Halda hánt um inntøkupolitikkin

Halda hánt um inntøkupolitikkin
Andstøðan í Fíggjarnevndini kallar inntøkupolitiikkin hjá samgonguni fyri skatta- og avgjalds-øði, sum ikki er sædd í Føroyum fyrr
Skatta- og avgjalds-øði, sum ikki er sædd í Føroyum fyrr, kallar andstøðan í Fíggjarnevndini inntøkupolitikkin hjá samgonguni
 
16.12.2015 - 08:12

Skatta- og avgjalds-øði, sum ikki er sædd í Føroyum fyrr. Soleiðis kallar andstøðan í Fíggjarnevndini, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, inntøkupolitikkin hjá samgonguni.

Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen hava drúgvar viðmerkingar í álitum, sum Fíggjarnevndin nú kemur við um uppskotini hjá landsstýrinum.

Teir átala harðliga framferðina hjá samgonguni, sum í óðum verkum á mongum økjum fremur grundleggjandi broytingar í føroyska samfelagnum uttan nakra veruliga viðgerð og vantandi lýsing av avleiðingum.

Vænta búskaparliga haldførið versnar

Til dømis hava eingi lógaruppskot verið til hoyringar. Teir tríggir fíggjarnevndarlimirnir minna á, at flokkarnir, sum nú eru í samgonguni, upp í saman tosaðu um fólkaræði, gjøgnumskygni og nærlagni í lógarsmíði, tá teir vóru í andstøðu.

Teir siga, at samgongan krevur 200 mió. kr. frá fólki við øllum sínum avgjaldshækkingum, sum eru komnar í tingið. Harafturat verða kravdar góðar 350 mió. kr. frá vinnuni.

Samstundis vaksa útreiðslurnar 200 mió. kr. næsta ár. Við førda politikkinum versnar búskaparliga haldførið hjá samfelagnum Føroyum, siga andstøðumenninir í Fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693