Meiriluti er helst ikki í Løgtinginum

Meiriluti er helst ikki í Løgtinginum
Ymiskt bendir á, at meiriluti er ikki í tinginum fyri uppskotinum um uppboðssølu av uppsjóvarfiski og fiski úr Barentshavinum
 
17.12.2015 - 14:31

Kristin Michelsen og Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum, sum eisini eru ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri á Tvøroyri, hava verið ivasamir.

Teir báðir tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum vildu einki siga við útvarpstíðindini á døgverða, men teir fara báðir væntandi at taka orðið.

SÍ EISINI Ósemja í samgonguni um uppboðssølu

Hin stóri samgonguflokkurin, Tjóðveldi, tykist hinvegin vera heilur í spurninginum um uppboðssøluna.

Ingolf S. Olsen, framsøgmaður hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum og skrivari í Fiskimannafelagnum, fegnast um, at tað stendur í logaruppskotinum, at manningarnar ikki skulu gjalda fyri kvotur, sum verða seldar á uppboðssølu.

Men enn eru ikki allar súðir syftar í spurninginum um, hvør skal gjalda veiðigjaldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. februar
Nýtt ljóð
204892
Hósdag 26. februar
Eitt korter við jazzi
204875
Hósdag 26. februar
Morgunlestur hósdagur 26.februar 2026
204598
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811