Samráðast um innkoyringarveg frá tunlinum

Samráðast um innkoyringarveg frá tunlinum
Fýra milliónir verða settar av til vegin á fíggjarlógini næsta ár
 
26.12.2015 - 10:31

Landsstýrið er farið at samráðast við Tórshavnar kommunu, hvussu inn- og útkoyringarviðurskiftini skulu verða í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Tað hevur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, upplýst fyri fíggjarnevndini. 

Fyribils verður mælt til at seta fýra milliónir krónur av til endamálið, men tá samráðingarnar um vegaloysnina eru lidnar, verður endalig upphædd sett á. 

Meirilutin í fíggjarnevndini sigur, at kostar vegurin meiri enn játtað, verður neyðugt við eykajáttan.

Raðfestir Hvalbiartunnil

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar at raðfesta nýggjan Hvalbiartunnil, og meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at játta fimm  milliónir krónur til fyrireikingarnar. Tað er m.a. at gera verkætlan, fáa lendi til vega og at gera seinastu jarðfrøðiligu kanningarnar.

Viðareiðistunnilin er komin so væl áleiðis, at hann verður liðugur í vár ella tíðliga í summar.

40 milliónir krónur vórðu fluttar til í ár, og tær seinastu umleið 40 milliónirnar verða játtaðar á fíggjarlógini næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891