Heitasta árið nakrantíð

Heitasta árið nakrantíð
Árið í fjør gjørdist tað heitasta árið nakrantíð kring heimin. Heili 10 av teimum 12 mánaðunum vórðu mátaðir til at vera teir heitastu nakrantíð.
Árið í fjør gjørdist tað heitasta árið nakrantíð kring heimin
Mynd: www.orkideimperiet.dk  
 
17.01.2016 - 15:44

Orsøkin er veðurlagsbroytingarnar umframt veðurfyribrigdið El Nino, skrivar heimasíðan hjá danska veðurstovninum, DMI.

Til dømis var desember mánaður tann heitasti, sum nakrantíð er mátaður. Fyribils mátingar hjá Japan Meterological Agency vísa, at desember 2015 var heili 0,67 stig lýggjari enn desember miðaltalið fyri tíðarskeiðið 1981-2010.

At kalla kring allan heimin var lýggjari í desember enn vanligt. Tað var til dømis sera lýtt í Evropa, Norðurasia, eystara partinum av Norðuramerika umframt í pørtum av Suðuramerika, Avstralia og Afrika. Eisini heimshøvini vóru heit, serliga í tropiska, eystara partinum av Kyrrahavinum.

Bara eitt stað var desember kaldari enn meðal, tað var rundanum Grønland. Enn eru granskarar ikki heilt samdir um, hvørt tað hevur nakað við at gera, at innlandísurin í Grønlandi bráðnar, sigur DMI.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976