Sea Shepherd appellerar

Sea Shepherd appellerar
Tá Eystari landsrættur kemur til Føroya næstu ferð, fyrst í mars, skal hann viðgera lutin hjá Sea Shepherd í grindadrápinum í Bø 23.juli
 
23.01.2016 - 13:37

Altjóða deildin hjá Sea Shepherd, Stichting Sea Shepherd Global, fekk 75.000 kr. í bót, og fýra Sea Shepherd fólk fingu ávikavist 25.000, 30.000 og 35.000 kr. í bót fyri at órógva drápið, tilsamans 165.000 kr. 

Men Sea Shepherd hevur skotið dómarnar inn fyri Landsrættin, sigur advokaturin hjá Sea Shepherd í Føroyum, Jógvan Páll Lassen.

Hesum boðaði hann eisini frá, tá dómarnir fullu í Føroya rætti 7. august í fjør. Og ákærin, Linda Hesselberg, segði, at hon fór at mótappellera. 

Hetta eru fyrstu dómarnir, sum eru sagdir í Føroya rætti eftir at grindalógin bleiv herd.

Tað bar til at viðgera ákæruna móti Stichting Sea Shepherd Global í fjør, tí ein leiðari hjá Sea Shepherd var í grindini í Bø. 

Hon hevði ferðaloyvi, visum, til Føroya. Og umsóknina um ferðaloyvi hevði Alex Corneliussen, stjóri í Stichting Sea Shepherd Global, undirskrivað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804