Sama nøgd men betri prísur

Sama nøgd men betri prísur
Tonsatalið av fiski, ið fór gjøgnum føroysku avreiðingarskipanina í 2015, var nakað tað sama sum í 2014. Prísirnir vóru tó betri í fjør
Nøgdin av fiski, sum fór gjøgnum føroysku avreiðingarskipanina í 2015, var umleið tann sama sum í 2014. Prísurin var tó betri í fjør
 
27.01.2016 - 08:10

Fiskur fyri góðar 800 milliónir krónur fór gjøgnum føroysku avreiðingarskipanina í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Tonsatalið var nakað tað sama sum í 2014, men prísirnir vóru betri í fjør, so skip og bátar fingu ein fimting, 126 mió. kr., meira fyri fiskin í fjør.

Langt til tey góðu árini

Men enn er langt eftir, áðrenn bæði tons og krónur nærkast tí, tey vóru góðu árini frá 2003 til 2007. Sambært Hagstovuni blivu í miðal 130.000 tons avreidd um árið tey árini.

Í fjør fóru 70.000 tons um avreiðingarskipanina. Avreitt varð fyri í miðal 1,2 milliardir krónur um árið fyrstu sjey árini eftir aldaskiftið. Í fjør varð avreitt fyri slakar 400 milliónir minni, góðar 800 mió. kr.

Við í hesum tølum er fiskur, sum skip og bátar fiska í føroyskum sjógvi, fiskur úr íslendskum sjógvi og av Flemish Cap. Tað mesta er ísfiskur, men okkurt er fryst. Uppsjóvarfiskurin er ikki við í tølunum.

Gongur framá við hýsu og toski

Toskur og hýsa eru framvegis illa fyri, men tað gongur framá, hóast tølini eru smá. Í fjør vórðu avreidd 3.500 tons av hýsu, 300 tons meira enn í 2014.

Fyrstu árini eftir aldaskifti, fram til 2007, komu í miðal 20.000 tons av hýsu upp á land í Føroyum um árið. 12.000 tons av toski vóru í fjør, góð 1.500 fleiri enn í 2014.

Men tá er toskurin av Flemish Cap við í tølunum. Upsin er eisini minkaður seinastu árini, 23.000 tons í fjør, 1.000 tons meira enn í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221