Nýggjur vegur má gerast

Nýggjur vegur má gerast
Fyri at politistøðan skal flyta í gamla bygningin hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn skal nýggjur vegur knýtast í R. C. Effersøesgøtu
Skal løgreglan flyta inn í gamla bygningin hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn, skal nýggjur vegur knýtast í R. C. Effersøesgøtu
Mynd: kortal.fo  
 
28.01.2016 - 11:37

Loyvi at gera hendan vegin er ein treytin hjá Bygningsstyrelsen fyri, at danski staturin keypir bygningin.

Ein onnur treyt er, at ein hædd kann byggjast oman á bygningin og at dekk, 450 fermetrar, kann leggjast millum bygningin og bilhúsið norðan fyri hann.

Krevst undantaksloyvi frá byggisamtyktini

Fyri at byggja eina hædd afturat krevst undantaksloyvi frá byggisamtyktini. Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna hava undirskrivað eina fyribils keypsavtalu.

Prísurin verður duldur sum mansmorð. Handilin krevur góðkenning frá Fíggjarnevndini hjá Fólkatinginum og býráðnum í Havn.

Bygningsstyrelsen skal eisini keypa eitt grundstykki frá Tórshavnar kommunu. Stykkið er við bygningin, og tað er 682 fermetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096