Útbyggingin byrjar tíðliga í vár

Útbyggingin byrjar tíðliga í vár
Arbeiðið, at útbyggja Høllina á Hálsi í Havn til dupulthøll, byrjar í vár. Slakar 35 milliónir krónur eru settar av til útbyggingina
Í vár verður farið at grava út við Høllina á Hálsi í Havn. Útbyggingin skal vera liðug síðst í 2017
Mynd: kortal.fo  
 
02.02.2016 - 08:59

Tíðliga í vár verður farið at grava við høllina á Hálsi í Havn. Og í summar verður byrjað at smíða, upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðuni hjá kommununi.

Útbyggingin skal vera liðug síðst í 2017. Býráðið samtykti í november í fjør at útbyggja høllina á Hálsi, so hon gerst dupulthøll, ein handbóltsvøllur kemur aftrat, og høli verða bygd til judo og borðtennis.

Slakar 35 milliónir krónur eru settar av til útbyggingina og harafturat góðar fýra milliónir til bilpláss millum R. C. Effersøesgøtu og høllina. Har vera 130 bilpláss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096