Hvørt valstað skal hava minst 100 veljarar

bannari
Hvørt valstað skal hava minst 100 veljarar
Tilmælið segði í minsta lagi 175 veljarar, men i lógaruppskotinum hjá Innlendismálaráðnum er minsta markið sett at vera 100
Nú kommunuvallógin er endurskoðað, er minsta markið sett at vera 100 veljarar á hvørjum valstaði. Á myndini veljarar í Høllini á Hálsi í Havn á kommunuvalinum í 2012
 
08.02.2016 - 13:47

Nú kommunuvallógin er endurskoðað, er minsta mark fyri støddina á valstøðum komið i lógina.

Vandin við valstøðum, har fáir veljarar eru, er tann, at illa ber til at velja loyniliga. Eru fáir veljarar, ber til at eyðmerkja atkvøðurnar.

Nógv valstøð hava færri enn 100 veljarar

Verandi skipan við ongum lágmarki tryggjar ikki loyniliga atkvøðugreiðslu, tí nógv valstøð hava fáar veljarar. Á okkurt um triðja hvørjum valstaði eru færri enn hálvthundrað veljarar.

Sambært einum uppriti, sum Poul Christoffur Thomassen, aktuarur, gjørdi um løgtingsval á sumri 2013, skal hvørt valstað hava í minsta lagi millum 175 til 230 veljarar.

Tá kann væntast, at atkvøðurnar eru 150 til 200. Men í lógaruppskotinum, sum nú er sent til hoyringar, er lágmarkið 100 veljarar. Á smærri valstøðunum hendir ofta, at flokkar fáa eina ella tvær atkvøður.

SÍ EISINI Kommunuvallógin kanska broytt áðrenn valið

Á hesum valstøðum kann tá vera gjørligt at rokna út, hvør hevur atkvøtt hvat, tí so fáar atkvøður eru, skrivar Poul Christoffur Thomassen.

Tann flokkur, sum fær fægstar atkvøður, eigur at hava minst fimm, men helst 10-20 atkvøður á hvørjum valstaði.

Í løgtingsvallógini er ásett, at einki valstað kann hava færri enn tíggju veljarar. Enn hevur lógin um kommunuval onga áseting um veljaratal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730